Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bíblian og politikkur

Andras Restorff

Ein viðmerking til áhugaverdu greinina “Gud er ikki politikari” hjá Rógva Joensen (RJ).Bíblian er relevant í øllum viðurskiftum”Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi, so gudsmenniskjað kann verða fullkomið, ført fyri at gera alt gott verk.” 2. Tim. 3,16-17.

Ein viðmerking til áhugaverdu greinina “Gud er ikki politikari” hjá Rógva Joensen (RJ).

Bíblian er relevant í øllum viðurskiftum

“Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi,

so gudsmenniskjað kann verða fullkomið, ført fyri at gera alt gott verk.” 2. Tim. 3,16-17.

Tvs. at vit eisini kunnu (og eiga at) taka skriftina upp á ráð tá avgerast skal hvussu samfelagið skal innrættast og tá ið lógarverk skal smíðast.

Sum George Washington (tann fyrsti forsetin í USA) segði: “It is impossible to govern the world without God and the Bible”.

Amerikanska grundlógin, sum George Washington var við til at skriva, og enska “Magna Carta” (frá ár 1215) eru grunda á bíbilsk princippir.

Guðs fyriskriftir fyri almennar myndugleikar:

RJ skrivar: “Gud hevur ongantíð stjórna nakrari tjóð beinleiðis. Hann hevur ongantíð veri politiskur…”

Hetta seinna er ikki heilt rætt, tí at:

Gud ynskir at vit hava almennar myndugleikar, og tí hevur Hann stovna teir. (Róm. 13,1). Tvs. Hann er ímóti stjórnarloysi (Orðt.11,14).

Gud gav politiskar lógir og forskriftir til Ísrael, til teirra egna besta. (5. Mós. 11,8-9 og 15,6).

Gud ynskti eina spjaðing av valdinum (decentralisering), í mótsetning til aðrar tjóðir sum centraliseraðu alt valdi til ein kong (2. Mós. 18,21 og 1.Sam. 8, 4-5).

Mótsat kongadømun, so vóru lógirnar eisini galdandi fyri almennum myndugleikum, sum tískil ikki kundu kúga og bróta rættindi hin einstaka. (5. Mós. 17,14-19).

Guds lógir geva rættindir, frælsi og tryggleika.

Lógirnar eru ikki fyri at kúga ella at “smoyggja Gud omanyvir fólk” (Teokrati). Tvørturímóti so geva tær rættindir og frælsi fyri m.a. at kristindómurin yvirhøvur kann fáa loyvi at vera til í landinum. Í londum sum ikki virða Gud-givin rættindi, er kristindómurin (og annar átrúnaður) ofta bannaður.

Nøkur av teimum Guds-givnu rættindum sum vit eiga, eru rættin til:

LÍV

grunda á 5. boð: “Tú mást ikki myrða.”

FRÆLSI

herundir m.a. trúðarfrælsi, talufrælsi og avtalufrælsi (Johs. 6;64-67., Aps. 5,27-29, 2. Mós. 21,16 og Matt. 20,1-15)

OGN

grunda á 7. og 9. boð: Tú mást ikki stjala ella girnast ogn næsta tíns. Onnur skriftstøð ið eisini staðfesta privata ognarrættin eru Aps. 5,3-4 og Orðt. 23,10.

Uppgávan hjá almennu myndugleikunum:

Vit kunnu ikki ikki broyta menniskju til at vera “góð” og moralsk. Tað kann bert Gud gera.

Men merkir hetta so at tey sum ikki eru “góð”, skulu sleppa at ræna lív, frælsi og ogn hjá øðrum menniskjum? Nei sjálvandi ikki! Og tí stovnaði Gud myndugleikarnar, ikki fyri at ráða yvir okkum, men fyri at tæna okkum við verja rættindini hjá tí einstaka, og revsa tey sum royna at ræna tey (Matt. 20,25-26 og Róm. 13,1-5).

Samstundis so hava hesi rættindi eisini verið nýtt í grundlógum í politisku søguni.

Í amerikanska “Declaration of Independence” (ár 1776), stendur:

“We hold these truths to be self-evident, that all men are created equal, that they are endowed by their Creator with certain unalienable Rights, that among these are Life, Liberty and the pursuit of Happiness.

That to secure these rights, Governments are instituted among Men.”

Ein kristin tjóð

RJ skrivar eisini:

“Tað er ikki ein politisk skipan sum skapar eitt fólk, men fólki sum myndar og skapar eina politiska skipan.”

og

“Føroyar er sum samfelag eitt sokallað kristið land, sum merkir at vit hava haft kristindómin grundaðan á bíbliuna, sum moralska og etiska tjóðar læru í øldir. Hetta merkir so aftur at vit ígjøgnum hesa læru sum kirkjur og samkomur boðað, hava fingið eina ávísa mentan og siðvenju, sum er grunda á kristin virðir, sum trúgvin framleiddi hjá fyrstu trúar fedrum okkara.”

Tað er alt saman rætt, men at vera eitt kristi land merkir eisini at lógarverkið, politikkurin og innrættanin av samfelagnum eru grunda uppá Guds fyriskriftir.

At okkara Guds-givnu rættindini vera vird og at vit skilja ímillum hvat ið er Guds og hvat ið er Keisarans.

Hetta til gagn fyri kristin som ikki-kristin.

At enda vil eg ynskja Rógva Joensen og øllum øðrum eitt av Gudi signað 2014!

Andras Restorff

Aalborg

Harleywoodpaint