Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bíbliukvøldskúli í Klaksvík í vetur

Tíðindaskriv

Aftur í ár bjóðar Podas Ekklesias nýggjum lesandi vælkomnum

PODAS Ekklesias byrjaði fyrstu ferð í 2008 og hevur sostatt virkað í Føroyum og í Danmark í 13 ár. Nøkur hundrað menniskju í øllum aldri, ung og eldri, hava tikið lut á PODAS – og hevur kynsbýtið verið javnt.

PODAS Ekklesias er ein skúli á Fólkakirkjunnar lærugrundarlagi við Bíbliuni og játtanarritunum sum grund. Podas merkir “føtur” á grikskum, og ynski er at læra at sita og lurta við Jesu føtur og at tæna við næstans føtur. Ekklesias merkir “kirkju”. T.v.s.: “Kirkjuføtur”.

Undirvísingin er 2 tímar um vikuna. Prestar, trúboðarar og onnur undirvísa um innihaldið í kristnu trúnni.

Nú verður farið undir PODAS 1 í KFUM & K og PODAS 2 í Emmaus.

KFUM & K: Týskvøld kl. 17.00-19.00. Frá 26. oktober 2021 til síðst í apríl 2022. Floksleiðari er: Rannvá Langgaard.

Emmaus: Hóskvøld kl 19.00-21.00. Frá 28.10.2021 til síðst í apríl 2022. Floksleiðarar: Hjalmar Waag Arge og Hjørleif Poulsen.

Aldursmarkið er 17 ár og eldri.

Málið við skúlaárinum: At vera Jesu lærusveinur og at taka ábyrgd av sær sjálvum.
Innihaldið: Kristna læran, nýggja lívið, kirkjunnar missión og andalig leiðsla.
Visjónin hjá PODAS: At síggja kvinnur og menn vaksa alt lívið í Jesu Krists náði, so at tey elska Gud og næsta sín.

Fleiri upplýsingar og tilmelding á www.podas.fo