Aftur í gjár, ein vanligan mánadag hendi tað, sum er hent fleiri tíggjutals ferðir áður, at proppur kom í tunnilin norður um fjall.
Eg var í Norðlýsisørindum í Hvannasundi og var á veg aftur til Klaksvíkar, tá eg rendi meg í eitt bilafylgið mitt inni í Árnfjarðartunlinum. Alt var steðga upp, ongin kunning var um nakað sum helst og tú royndi bara sum frægast at gera eitthvørt, ið tú helt vera rætt. Men tað vísti seg, at eg gjørdi skeivt og mátti tí bakka einar fimmti metrar inni í tunlinum, tí tað vísti seg at proppur var í fyri framman.
Tey, ið dagliga koyra í tunlunum norður um fjall vita, at tað er ikki bara sum at siga tað at bakka langa leið, tí ljósini aftan gera púrt ongan mun at bakka eftir og hartil er vegbanin smalur. Við lagaligheit gekk tað mær væl, og eg kundi fara inn á eitt víkipláss at bíða.
Kunning var ongin, onki ljós og helst í óumhugsni, so høvdu flestu fólk bilarnar ígongdi.
Tú sat bara har og vónaði tað besta. Eina løtu hugsaði eg um, um eg skuldi fara til gongu út úr tunlinum, tí eg var farin at hugsa um gass og súrevnistrot, tí sjálvandi, har er ongin vifta, sum kann senda fríska luft inn í tunnilin, og heldur onki ávaringarljós er, sum sigur frá nær ov nógv av eitraðum gassi frá bilum er í tunlinum, har er snøgt sagt ongin trygd ella fráboðan, um tú stendur fastur har inni.
Gjørdi av at fara út úr bilinum at hyggja so frægt tað bar til. Sá at ein traillari stóð við eitt møtiplass, og at ein útlendskur bilur, haldi tað var eitt sokallað mobilhome, við eini súkklu fest aftanfyri, stóð hálvur úti á bananum, soleiðis at traillarin ikki slapp framvið. Sá eisini, at menn royndu at diregera hesum fremmanda bilinum aftur og fram, so at teir fingu stúva hann inn í møtiplássið.
Tá so tað endiliga ednaðist traillaranum at sleppa framvið, vísti tað seg, at hetta var ein trekkjari við einum longum, haldi tað eitur ”mafiavogni” afturút, ið skuldi norður um fjall.
Tá vit so, sum komu norðanífrá, sluppu at koyra og komu framvið har ”proppurin” hevði verið, sá eg at har vóru tveir stórir turistbilar, ið høvdu verið orsøkin til proppin saman við traillaranum. Komin út aftur úr Árnfjarðarfunlinum, stóðu eini 10-15 bilar og bíðaðu at sleppa norður um.
Tunlarnir norður um Fjall eru frá skjótt 50 ára gamlir. Teir eru als ikki tíðarhóskandi ídag og tað hendir oftari og oftari at ferðslan steðgar upp inni í tunlinum tí støddin á akførum og títtleikin í ferðsluni als ikki hóskar til mátini í tunlunum.
Politikararnir eiga eina ábyrgd her, at byrgja fyri at stóra vanlukkan hendir í tunlunum norður um fjall.
Beint nú hava kommunurnar norðanfyri skriva undir sáttmála við Strandferðsluna um at flyta 56 børn fleiri ferðir um dagin, aftur og fram í skúla í Klaksvík. Tað eigur at fáa onkran at vakna.
Oliver




