Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bíðaði hálvanannan tíma eftir politinum

Oliver Joensen

Absalon Matras, bussførari ringdi uppøstur til Norðlýsið, tí hann vitsti ikki síni livandi ráð. Hann stóð uppsteðgaður við bussinum við rundkoyringina í Vági, og hann fekk ikki fatur á politinum.

 Absalon Matras hevði júst verið í rutu við bussi sínum, og fór av bussstøðini við Sandin um 8.50 tíðina. Hann koyrdi út á Biskupsstøðgøtu og yvir móti posthúsinum, komin til rundkoyringina misti bussurin lufttrýstið í systeminum, soleiðis at Absalon fekk onki gjørt, hvørki koyrt aftur ella fram. 

Har stóð eg, sigur Absalon, og forðaði allari ferðsluni.Eg fekk fólk at ringja fyri meg til politiið, men vit fingu onki svar. Tískil fór eg við einum bili oman á politistøðina her og bankaði uppá og ringdi við klokkuni, men har kom ongin út. Bert fóru gardinurnar á glopp og aftur, so royndi eg einaferð afturat, men onki svar.

Ørindini eg vildi var at fáa politiið at leiða ferðsluna um, soleiðis at proppur ikki kom í.

Til síðst fekk eg fatur á politinum í Havn, og tá eg hevði staði í umleið hálvan annan tíma, kom politiið endiliga, sigur Absalon Hansen at enda og leggur afturat, at hann heldur tað vera ov galið at so long tíð skal ganga til ein fær fatur á politinum og eisini til politiið er á staðnum.