Síðani mikudagin í seinastu viku hevur hesin fitti hundurin sitið í hundafongslinum uppi á Fossum.
– Vit tóku tveir hundar og sama dag gjørdi eigarin á tí eina hundinum vart við seg, sigur Inga E. Joensen, vaktleiðari hjá Ansni.
– Men hesin fitti hundurin er tað eingin sum saknar og tað haldi eg vera út av lagið vánaligt.
– Hann er sera góður í sær og nú hevur hann fingið mat og vatn frá okkum í meira enn eina viku.
– Vit hava ikki plikt til at hava hundin meira enn trí samdøgur, men vit hava bíðja í vónini um at onkur fór at leita eftir honum.
– Men mánadagin verður hann sendur til djóralæknan í Havn og so verður hann avlívaður.
– Um onkur kennist við hundin so kunnu tey ringja til okkum (Ansni) á telefon 505050 ella til politistøðina í Klaksvík, og gjalda tey bót fyri ikki at hava hundin í bandi, so fáa tey hundin aftur beinan vegin, sigur vaktleiðarin hjá Ansni at enda við Norðlýsið
Tað má sigast vera stórt spell at eingin góður er til fitta hundin sum var baði blíður og tíður tá Norðlýsið vitjaði uppi á Fossum. Har eru góðar umstøður hjá hundi at vera í stutta tíð, men tað er klárt at hetta ikki er nøkur varandi loysn, og um eingin ger vart við seg ella tekur synd í hundinum so verður hann avlívaður mánadagin.
(Trýst á myndina og tú fært eina góða mynd av fitta og vakra hundinum)




