Longu tíðliga seinnapartin var bíðirøð byrjað til tjaldingarøkið á G! Festivalinum.
Veðrið er av tí besta og í Norðragøtu stákast tey við at gera klárt, nú tjaldararnir koma til bygdina í kvøld. Vanliga koma nógvir tjaldarar longu mikudag, hóast G! Festivalurin ikki byrjar fyrr enn hósdag.
Myndirnar vóru tiknar tíðliga seinnapartin.




