Busskýlið við Sandin er stór skomm fyri tey, ið varða av almennu ferðsluni til og úr býnum og ikki minst bussferðsluni í býnum.
Í vikuni fingu vit áheitan frá borgara um at fara í miðbýin og avmynda støðuna. Tað gjørdu vit í dag. Úrslitið sæst niðanfyri.
Áheitanin frá borgaranum er soljóðandi:
Kann tú ikki skriva nøkur orð um bíðirúmið við Sandin? Fyri fleiri mánaðum síðan, helst síðsta heyst, bleiv rúmið hundað til, dálkað og málað við fúlum spraymyndum, soleiðis at hampafólk ikki troysta sær inn har. Óruddskurvin har var samstundis fylt við fúlari óhumsku. – Um somu tíð var eg varðugur við, at orðini “herverk á bíðirúmið” blivu nevnd onkustaðni í býráðshøpi, kanska á einar fundarskrá ella á málslista býráðsins. Hugsaði tá, at nú mundi rúmið fara at blíva hampað aftur og tiltøk sett í verk fyri at forða fyri endurtøku. Men gakk. Skuldi í bussin seinastu week-end og sá, at har er onki hent, – um møguligt uppaftur verri!!! Tað skuldi ikki undrað meg, at almennu stovnarnir: landið, kommunan bygdaleiðir ikki semjast um, hvør skal gjalda. Vælsignaður far oman og tak nakrar myndir (um tú troystar tær) og skriva nøkur orð í blaðið.




