Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bíðitíðin á Klaksvíkar Sjúkrahúsið verður nú longri

John William Joensen

Heri Ellingsgaard, umsjónarmaður á Klaksvíkar Sjúkrahúsið sigur, at ætlaðu sparingarnar á Klaksvíkar Sjúkrahúsið merkja at ferðin á Sjúkrahúsinum sum heild verður sett niður

Politiski myndugleikin hevur álagt Klaksvíkar Sjúkrahúsi at spara tvær milliónir krónur í rakstrinu í ár, og tá einans seks mánaðar eru eftir av árinum kemur hetta at merkjast allastaðni, sigur Heri Ellingsgaard, umsjónarmaður.

– Tað er bara hálvt ár eftir av hesum fíggjarárinum og tí er tað sera avmarkað hvat vit fáa gjørt fyri at fremja áløgdu sparingarnar.

– Tað verður ikki aktuelt at siga fólki úr starvið, tí hetta er tíðarkrevjandi og kemur ikki at merkjast í hesum fíggjarárinum.

– Hinvegin so hava vit útsett ymisk arbeiði, sum ætlanin var at gera og vit seta samlaðu ferðina á sjúkrahúsinum niður.

– Tað merkir m.a. at deildir verða samanlagdar og stongdar í eitt longri tíðarskeið og tað, sum kann bíðja sleppur at bíðja.

– Við at minkað um ferðina á øllum frontum, fáa vit vunnið nakrar krónur, men eg trúgvi ikki at vit megnað at haldað okkum innan fyri ásetta fíggjarkarmin – tí komið er so langt út á árið.

Heri Ellingsgaard situr í løtuni og orðar eitt bræv til landsstýrismannin um ætlaðu sparingarnar.