Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Big Band Konsert

Høgni Klakkstein

Talan er um eina Big-Band konsert, við báðum Big-Band bólkunum í Føroyum; “Skansa Big-Bandið” og “Stór Bandittarnir”.

Hetta eru nevniliga tveir teir einastu sokallaðu Big-Band bólkarnir, sum eru aktivir í Føroyum í løtuni. Konsertin verður í Atlantis mik. 09. mai kl. 20:00

Tað fyrra orkestrið, sum fer á pallin hóskvøldið, verður vanliga kallað Skansa Big Bandið, hesin bólkurin er mannaður við fólkaskúla ungdómi upp til uml. 9. flokk.
Næsti bólkur kallast Stór Bandittarnir, hesin bólkurin er mannaður við ungdómi frá 10 flokki og uppeftir. Báðir bólkarnir eru undir Tórshavnar Musikkskúla.

Tónleikurin sum bólkarnir spæla er Swing, Pop og Rock tónleikur.

Sangsolistar verða Konni Kass Jacobsen og Anna Katrina Petersen

Dirigentar og lærararnir eru: Eirikur Skála, Ólavur Olsen, Atli Petersen og Heðin Ziska Davidsen. 

Atgongumerki á kr. 50,- fáast á Shell-støðini í Klaksvík og í Atlantis ½ tíma undan sýning.