Í samband við fíggjarlógarumrøðuna, fráboðaði Jákup Mikkelsen at semja er í samferðslubólkinum um átøk, ið fara at merkjast kring landið
Semja er gjørd um broytingar á samferðsluøkinum:
- Ein lækking av ferðaseðlaprísunum hjá fastbúgvandi fólki á útoyggj, herundir eisni Suðuroyggin og Sandoyggin
- Strandferðslan verður løgd í eitt alment felag/stovn, sum m.a fer at gera tað lættari at fornýggja flotan
- Partafelagið Vágatunnilin og Norðoyatunnilin verða avtikin og sostatt verða gjøldini burtur. Samstundis verður pening settur av til viðlíkahald og rakstur á fíggarlógini . Landið fær peningin sum feløgini eiga.


