Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bikarið fleyt yvir í HB

Jákup Ósá

Tapið í Klaksvík førdi til venjaraskiftið í kreppurakta HB.

Tapið í Klaksvík á Summar Festivalinum bleiv síðsti dysturin hjá Heðini Askham sum venjara í HB.

HB venjarin Heðin Askham segði seg úr starvi í gjár eftir vánalig úrslit seinastu tíðina. Dropin fleyt yvir eftir tapið í Klaksvík á Summar Festivalinum, tá HB fekk ivasama heiðurin at vera mótstøðulið, tá KÍ breyt alla sína vánaligu siðvenju m.a. á Summar Festivalinum. 
Nýggjur venjari hjá HB verður núverandi ungdómsvenjarin Milan Cimburovic, staðfesti HB formaðurin Finnbogi Arge í dag fyri bæði KVF og in.fo.