Fólk og bilar í túsundatalið hava vitjað í Klaksvík í dag
Bilkøir hava allandagin verið av Bumshamri heim á Posthúshornið og norður á Stengurnar.
Í samband við at eitt ára dagin fyri at Norðoyatunnilin lat upp, hava handlarnir havt opið frá kl. 14 til kl. 23 í kvøld.
Í Formuladeildini var dystur millum KÍ og EB/STR og vóru umleið 2000 áskoðarar til dystin á Djúpumýru.
Veðrið hevur verið sera gott allan dagin og nógv fólk hava spasera millum handlar og matstovur í býnum.
Umleið kl. 18 vóru vit framvið Sjómansheiminum og bakarríðinum Hjá Jórun, men hugsingur var ikki at koma framat. Køirnar stóðu út í tún og næstan bara fremmandafólk.
Spennandi verður at vita hvussu nógvir bilar hava koyrt ígjøgnum tunnilin í dag, men væntast kann at talið er á støði við dagin fyri einum árið síðan, tá Norðoyatunnilin lat upp.
Meira seinri.




