Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bilar til Summar Festivalin

(Erik Biskopstø)

Aftur í ár er samstarvsavtala gjørd við Ivan Bilar, sum hevur við sær, at Summar Festivalurin fær bilar til láns í sambandi við festivalin í ár

Eins og í fjør hevur Summarfestivalurin gjørt eina avtalu við Ivan Bilar um, at teir eru veitarar av bilum til festivalin.

Ivan Bilar gevur Summar Festivalinum bilar til láns í sambandi við festivalin, og fyrsti bilurin er longu tikin í nýtslu. Tað er ein Mitsubishi Colt 1.5 Cabriolet. Meðan festivalurin er, fær Summar Festivalurin eisini aðrar bilar at ráða yvir frá Ivan Bilum.

Ivan Bilar umboða millum annað Citroen, Mitsubishi, Mercedes, Jeep og Chrysler.
Finn Baldvinsson, sølumaður hjá Ivan Bilum, handaði Erik Biskopstø lyklarnar til Colt-bilin, eftir at avtalan millum partarnar varð gjørd.