Fólk hava bitið merki í at bilarnir hjá Sea Shepherd koyra við nummarplátum liggjandi í forrútinum og nógv kjak hevur verið á á Facebook á sosialu miðlunum um hvørt felagsskapurin á hendan hátt slapp undan at rinda fyri at koyra í undirsjóvartunnlunum.

Men sum Norðlýsið skiler er hetta ikki so tí bilarnir hjá Sea Shepherd hava kubbar. Orsøkin til at tey hava nummarpláturnar liggjandi inni í bilunum, eru herverk sum eru framd móti bilunum har m.a. nummarplátur vóru stolnar verður sagt frá Sea Shepherd.