Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bilastevna í Klaksvík

John William Joensen

Leygardagin og sunnudagin verður Kí-høllin rammin um eina mega stóra bilastevna.

Tað er Kí-fyriskipan sum skipar fyri hesum stóra tiltakið og er áhugin hjá bilsølunum at koma norður sera stórur. Sjálvt um tað er stórt stríð at koma norður við 50 bilum, so halda bilasølurnar hetta verða ein upplagdan máta at koma nærri sínum kundum. Tað er eisini altíð hugnaligt og gevandi at fáa eitt bilprát yvir ein kaffimunn.
Høllin verður sum sagt á tremur við nýggjum bilum. Merkini sum við verða eru: Honda, Skoda, Hyundai, Fiat, BMW, Citroen, Mitsubishi, Mercedes, Chrysler, Jeep, Suzuki, Kia, Subaru, Rover, Landrover, Rangerover og Mazda.
Kostnaðurin at sleppa inn er settur til Kr. 40,- og vónar Kí-fyriskipan at hesin lági prísur fær nógv fólk at koma á vitjan. Báðar dagarnir er opið frá kl. 15.00 til 21.00.

Harleyfacadeacryl