Aftur í ár verður Kí-høllin rammin um eina stóra bilastevnu.
Høllin verður á tremur við nýggjum bilum og verða øll tey kendastu merkini umboðaði. Onkur helt fyri, at tá tunnilin var komin, so fór eingin áhugi at verða fyri bilastevnu, men soleiðis er ikki – tvørtur ímóti. Áhugin at verða við er stórur og tað heilt stutta tíð at fylla høllina, siga fyriskipararnir. Báðar dagarnir verður opið frá millum kl. 15.00 og 21.00.




