Fríggjadag á Norðoyastevnu. Fyri fyrstu ferð verður bilboksikapping í Føroyum. Hetta verður á økinum eystan fyri Hotel Norð á Viðareiði.
Hvat er bilboksikapping?
Tað er at gamlir og skrottaðir bilar uttan nummarspjøldur sleppa at dystast á einum avmarkaðum øki. Bilarnir koma at krasja hvønn annan til tann eini ikki kann koyra meira. Tveir bilar dystast í senn og tann sum vinnur kemur ”víðari”.
Tó skulu bilførararnir halda ávísar treytir.
Luttakararnir skulu hava sín egna ”skramlikassa” og hjálm við.
Matstovan verður opin frá klokkan 18.00.
Somuleiðis verður onkur serligur bilur vístur fram.
Tilmelding til kappingina og borðbílegging fer fram á tlf. 451244 og 217020.




