Bryggjan undir Bryggjubakka, tað sum fólk vanliga nevna Vágsbotn, verður stongd fyri allari bilferðslu frá nú og til hálvan august.
Tórshavnar kommuna hevur fingið umsókn frá eini matstovu í Havn um at sleppa at hava sonevnda “fortovscafé” á bryggjuøkinum undir Bryggjubakka. Tekniska nevnd hevur samtykt at ganga umsóknini á møti og hevur gjørt av at steingja økið beinanveg. Stongt verður í hesum umfari til tann 15. august.
Men frá vegdeildini hjá Tórshavnar kommunu eru longu farnir undir at skava uppmerkingarnar fyri parkeringsbásarnar á bryggjuni burtur, eins og skeltini, sum boða frá, at loyvt er at parkera, verða niðurtikin.
Hetta merkir, at als ikki er loyvt at koyra við bili út eftir bryggjuni, har sum fiskasølutorgið er, og stuttleikabátarnir plaga at leggja at.




