Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bill: Hópurin er væl fyri

Jákup Ósá

Bill M. Jacobsen væntar ein truplan dyst fríggjakvøldið, men er bjartskygdur og sær møguleikar í dystinum móti Týsklandi.

– Fyrireikingarnar hava gingið væl. Tekniska støðið er óvanliga høgt fyri føroyskar leikarar. So hetta er stuttligt at spennandi at arbeiða við. Leikararnir síggja væl upplagdur út, og eingin skaði er í hópinum. Tað er sjáldan man hevur allar 20 menninar tøkar um hesa tíðina. Hallur Hansson, Ári M. Jónsson, Sonni Ragnar Nattestad, Rene S. Joensen, Árni Frederiksberg og Kristian Joensen eru ikki tøkir av ymiskum orsøkum til hendan dystin. Men vit vóna, at onkur annar tekur ábyrgd og traðkar til hesaferð.

Soleiðis sigur annar av U21 landsliðsvenjarunum, Bill M. Jacobsen, undan U21 landsdystinum fríggjakvøldið, tá Týskland vitjar á Tórsvølli.

Liðið er ikki sett

Hesaferð verður sostatt ein ávís útskifting í uppstillingini.

– Tað verður ein avbjóðing at seta verjupartin saman, tí har er stór útskifting hesaferð. Men málverjin Teitur M. Gestsson, ið seinastu tíðina hevur verið partur av A-landsliðinum, er svangur eftir at sleppa at spæla og serliga ein slíkan dyst, tí Týskland á heimavølli blívur ikki nógv størri, sigur hann.

Annars er serliga ivamál um, hvør skal á vinstra bakk.

– Vit hava fingið tað mesta uppá pláss. Størsta ivamálið er á vinstra bakki, har tað stendur millum Pál M. Joensen og Beinur Ellefsen. Annars verður ikki nógv útskifting á plássunum, har somu leikarar eru tøkir sum byrjaðu seinasta dyst, sigur Bill.

Seinast taptu føroyska U21 landsliðið 4-1 móti Írlandi. U21 landsliðsvenjarin vónar, at liðið hevur lært av tí dystinum.

– Tá tað mangla 5-6 minuttir av dystinum, so mugu vit binda fyri. Tað gjørdu vit ikki móti Írlandi, har 2-1 kanska hevði verið eitt rættvíst úrslit og sum vit kundu verið betri nøgdir við. Teir vóru fysiskt sera væl fyri og tað høvdu vit trupulleikar av, sigur hann.

Álopssinnaðir týskarar

– Týskararnir koma í eini 4-2-3-1, har teir fremstu skifta nógv um pláss og leggja høgt trýst. Kevin Volland kemur at liggja fremst og er stóri profilurin. So kemur ein annar profilur Moritz Leitner at liggja aftanfyri sum spæliskipari, meðan Ozkan Yildirim væntandi spælir høgri vongur, meðan Nico Schulz verður vinstri vongur. Aftanfyri kemur Leon Goretzka og ein annar at liggja, har teir hava havt onkra skaða trupuleika upp undir dystin. Teir koma at trýsta okkum høgt uppi og bakkarnir vera sera álopskendir, so tað verður nærum ein 2-4-4 leikskipan til tíðir hjá teimum. Men at teir koma at liggja so høgt kemur heilt sikkurt at geva snarálops møguleikar til m.a. Gilla Sørensen, Gunnar Zachariassen og Ara Ellingsgaard, ið eru skjótir. Og teir dagarnir umstillingarnir rigga hjá okkum, so eru vit rættuliga vandamiklir umframt teir vandamiklu deyðbóltarnir. Vit hava spælt upp ímóti Rumenia og fyrr vunnið móti Russlandi. So vit mugu bara bjóða av og taka tað har frá. Í 2007 og 2008 spældu vit móti Italia og taptu tepurt. Tað liðið var kanska eins gott sum hetta týska liðið, men tað mugu vit síggja endaliga fríggjakvøldið, sigur Bill.

Fara eftir teimum beinanvegin

– Vit ætla at fara eftir teimum beinanvegin og vóna at fáa ein ella tveir møguligar tíðliga í dystinum. Vit hava fyrr skorað tíðliga. Men givið er, at Týskland kann koma at trýsta okkum í botn í pørtum av dystinum, har vit mugu spæla uppá snarálop, sigur Bill M. Jacobsen og vónar og væntar at síggja nógvar føroyskar áskoðarar á Tórsvølli í annaðkvøld. Hann heldur, at føroyska U21 landsliðið hevur uppiborið góðan uppbakning og vísir á, at liðið vanliga kemur til rættuliga nógvar góðar mál møguleikar, og tí skuldi tað verið stuttligt at hugt eftir.