Eg dugið ikki at síggja nakra ítróttarliga ella peningaliga orsøk til at dysturin í Klaksvík skal fáa nakra ávirkan á dystin á Toftum, sigur Bill Mc Leod, ið er dagligur leiðari hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag
Bill Mc Leod, sum sjálvur hevur eina fortíð sum venjari hjá EFB (Esbjergs Forenede Boldklubber), sigur at KÍ fyri langari tíð síðan bjóðaði EFB at leika jubileumsdyst í Klaksvík. Felagsnevnararnir eru nógvir millum KÍ og EFB. Puma er klædnastuðul hjá bæði KÍ og Esbjerg, Statoil er stuðul hjá báðum feløgum og harafturat er áleyparin hjá KÍ, Jacob Bymar, uppvaksin í Esbjerg og kennir fleiri av leikarunum á Esbjerg liðinum.
– Esbjerg leikararnir koma úr summarferiu í dag, venja bert tvær ferðir áðrenn teir møta NSÍ á Atletik-stadion við Gl.vardevej í Esbjerg, leygardagin 19. juni. Síðani venja teir mánadagin og týsdagin, flúgva til Føroya mikudagin og leikað 100 ára jubileumsdyst móti KÍ mikukvøldið kl. 20:30. Síðani spæla teir Intertoto Cup dyst á toftum móti NSÍ leygardagin 26. juni.
– Hetta er eitt gott høvið hjá umboðum fyri NSÍ at koma til klaksvíkar at kunnað seg um Esbjerg liðið. Harafturat hava donsku leikararnir baði ein flúgvi túr og ein dyst í beinunum áðrenn teir møta runavíkingum, so hetta átti bert at veri til fyrimun fyri NSÍ.
– Eg dugi ikki at síggja at fíggjarligi parturin heldur skal vera til ampa fyri NSÍ.
– Eg trúgvi ikki at klaksvíkingar høvdu fari út á Svangaskarð fyri at hyggja eftir einum Intertoto Cup dysti millum Esbjerg og NSÍ, sigur Bill Mc Leod Jacobsen sum er dagligur leiðari hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag.




