B68 boðar í kvøld frá at klaksvíkingurin Bill Mc. Leod Jacobsen er settur í starv sum venjari hjá B68
Bill kom til B68 á fyrsta sinni í 2006, har hann fyrst tók sær av ungdómsarbeiðinum í felagnum, og so seinni tók sær av besta liðinum, har hann í 2009 megnaði at fáa besta liði uppá eitt 5. pláss í bestu deildini.
Afturat øllum hesum hevur hann eisini vant fleiri U-landslið gjøgnum árini.


