Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bill Mcleod Jacobsen, dagligur leiðari hjá KÍ: Færri handlar úr Klaksvík við á sølustevnuni

John William Joensen

Enn eru pláss eftir til sølustevnuna og freistin at melda til sølustevnuna er úti hósdagin 30. oktober


Tá vit í morgun tosaðu við dagliga leiðaran hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag, Bill Jacobsen, segði hann at tað eftir øllum at døma fóru at vera færri handlar úr klaksvík sum koma at mynda sølustevnuna í ár.
– Nú freistin er um at verða úti eru færri handlar úr Klaksvík tilmeldaðir enn vit høvdu roknað við. Hinvegin eru munandi fleiri handlar tilmeldaðir sum eru aðrastaðni frá í landinum.Bill undirstrikaði tó at enn var okkurt pláss eftir, men at tey sum æltað at verða við mugu boða felagnum frá í seinastalagið Hósdagin.
Sølustevnan verður í døgunum frá 28. november til 30. november.