Teir hava báðir verða millum lyklapersónarnar í KÍ, men næsta ár skulu teir arbeiða í hvør sínum felag í Vágum
Bill McLeod Jacobsen og Annfinn Danielsen hava seinnu árini havt serligt tilknýti til KÍ – Annfinn var ungdómsvenjari í nógv ár, og Bill hevur eisini verið venjari, umframt at hann hevur verið eitt slag av dagligum leiðara seinasta árið.
Nú eru báðir farnir úr KÍ, og teir halda fram í Vágum – í hvør sínum starvi.
Eftir at FS Vágar er dottið sundur, og MB heldur vil arbeiða fyri seg sjálvt, hevur felagið heitt á Annfinn Danielsen um at vera ungdómsvenjari í felagnum. Hesari avbjóðing hevur Annfinn tikið við, og hann skal við sínum drúgvu royndum úr KÍ og B36 leggja vágafólki lag á.
Bill Jacobsen skal næsta ár venja 2. deildarliðið hjá FS Vágum. Bill hevur roynt seg sum hjálparvenjari hjá KÍ, og hann hevur eisini vant ungdómslandslið hjá FSF. Nú sleppur Bill fyri fyrstu ferð at hava høvuðsábyrgdina av einum vaksmannaliði, og tað verður ein spennandi og hugaliga avbjóðing hjá honum.
Soleiðis kann tað ganga í fótbóltsheiminum, skiftini kunnu verða skjót og umfatandi, og tað hevur hesaferð ført við sær, at tveir av teimum týðandi persónunum hjá KÍ seinnu árini, báðir skulu virka í Vágum næsta árið.
Norðlýsið ynskir teimum góðu eydnu við teirra nýggju starvum!




