Ætlar landsstýrismaðurin, at ØLL fiskirættindi verða boðin út sum brúksloyvi fyri ávísa tíð?
Munnligur fyrispurningur Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskimálum
Í fjórða høvuðstátti í arbeiðssetninginum til nýggja og varandi fiskivinnuskipan fyri Føroyar verður sagt, at
“Arbeiðsbólkurin skal viðgera og gera uppskot til skipan, ið er marknaðargrundað, har tað almenna bjóðar fiskirættindi fram sum brúksloyvi fyri ávísa tíð.”
Uppskotini kunnu vera:
Uppboðssøla av fiskirættindum frá tí almenna til privatar.
Aðrar møguligar útbjóðingarskipanir frá tí almenna til privat.
Spurningar:
1. Ætlar landsstýrismaðurin, at ØLL fiskirættindi verða boðin út sum brúksloyvi fyri ávísa tíð?
2. Hvussu skjótt ætlar landsstýrismaðurin at náa málinum um at bjóða ØLL fiskirættindi út sum brúksloyvi fyri ávísa tíð?
3. Er tað ein møguleiki í huga landsstýrismansins, at onkrir og enntá allir verandi rættindahavarar undir nýggju skipanini kunnu koma at missa øll síni rættindi?
4. Eru aðrar tjóðir, sum á líknandi hátt bjóða øll síni fiskirættindi út sum brúksloyvi fyri ávísa tíð?
A vælvitjaðum fiskivinnufundi í Løkshøll í Runavík hósdagin 1. septembur varð formaðurin í fiskivinnunýskipanarnevndini spurdur, um ætlanin er at selja øll fiskirættindi um eina almenna uppboðssølu. Omanfyri 200 luttakarar (meting) hoyrdu formannin svara, at so er. Fyri mong var hetta ein skelkur, tí higartil hevur vanliga fatanin verið, at í fyrsta umfari er ætlan landsstýrismansins bert at lata ein part av fiskirættindunum verða fevnd av nýskipanini. Fatanin hevur verið, at ein uppboðssøluskipan eigur fyrst at roynast væl og leingi fyri at prógva sítt virði, áðrnn ein fullkomin kollvelting, har øll rættindi verða seld á einum almennum marknaði, verður framd.
Hóast nevndin ikki enn hevur lagt sítt tilmæli fram, eigur landsstýrismaðurin antin at vátta ella avsanna nevndu útsøgn.
Nøkur fá dømi eru nevnd um almenna sølu av fiskirættindum í øðrum londum. Higartil hevur ikki verið lætt at fingið eyga á nakra væleydnaða skipan sum fyridømi. Sjálvandi eiga vit ikki altíð at elta sum fyri er slóðað, men hinvegin eiga vit at kenna royndir hjá øðrum og at læra av teirra møguligu mistøkum og sólskinssøgum.
Bill Justinussen




