Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bill verður nú einsamallur U21 landsliðsvenjari

Jákup Ósá

Bill M. Jacobsen váttar, at hannframhaldandi kemur at standa á odda fyri U21 landsliðnum.

Bill M. Jacobsen hevur verið 21landsliðsvenjari líka frá tí, at Føroyar fingu hetta landsliðiðí 2007. Heðin Askham hevur verið venjari saman við Bill, menHeðin hevur boðað frá, at hann heldur ikki fram m.a. tí, at hanner høvuðsvenjari hjá HB. Júst U21 landsliðið er helst taðlandsliðið, sum seinastu árini hevur fingið javnt bestuúrslitini. Seinasta úrslitið hjá liðnum var ein 1-0 sigur áMontenegro á Svangaskarði.

Eingin sáttmáli er enn almentkunngjørdur fyri U21 landsliðið, men Bill M. Jacobsen váttar fyriNorðlýsinum, at hann verður høvuðslandsliðsvenjari hjá U21landsliðnum. Hann sigur, at ein hjálparvenjari verður settur ínæstum. Lutakastið til komandi undankapping hjá U21 landsliðnumverður í Geneve 5. februar.

Nevnast kann annars, at hóast nógvirav teimum sum spældu seinasta U21 landsdyst eru ov gamlir til, sohava Sonni Ragnar Nattestad, Brandur H. Olsen og Ári M. Jónsson,sum allir spæla uttanlands, framvegis aldur til U21 landsliðið.