TB formaðurin sigur við Norðlýsið, at Bill M. Jacobsen stendur við ábyrgdini móti HB sunnudagin.
TB formaðurin sigur við Norðlýsið, at Bill M. Jacobsen stendur við ábyrgdini móti HB sunnudagin.
TB leitar framvegis eftir venjara eftir at samstarvið við Hans Fróða Hansen steðgaði upp í seinastu viku. Enn r framvegis einki avgjørt, sigur TB formaðurin.
– Vit leita eftir røttu loysnini og tað eru nøkur smáting, ið framvegis mangla. Tað kunnu ganga nakrir dagar, men tað kann eisini vera skjótt. Tað verður undir øllum umstøðum Bill M. Jacobsen, sum sunnudagin stendur á odda fyri liðinum, men í løtuni liggur ikki í kortunum, at hann verður venjari meira enn hendan dystin afturat, sigur André Dalfoss við Norðlýsið.
Sum skilst er fyrrverandi KÍ venjarin Páll Guðlaugsson eitt heitt evnið til TB venjarastarvið í løtuni, men TB formaðurin vil als ongar viðmerkingar gera til nakað navn.




