Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Billy Joel – Heiðurskonsert leygarkvøldið í Spaniastovu

Tíðindaskriv

Í stuttum kann sigast um solistarnir og hvørjar sangir tey fara at tulka í Spaniastovu leygarkvøldið kl 20 :

Karl Martin Samuelsen, Klaksvíkingurin við stórum K, ein av fremstu sangarum í Føroyum í fleiri áratíggju serstakliga í bólkinum Hjarnar, men eisini á fleiri tíggjutals útgávum samna við øðrum, kemur at tulka Honesty, You might be right , My life, Go to Extreme.

 

Daisy Johannesen Lolk, Klaksvíkingur búsitandi í Keypmannahavn, hevur trý ára sangútbúgving frá Sangskúla í Reykjavík, og hevur annars nomid sær sangundirvísing frá fleiri sanglærarum/operasangarum í Danmark, Íslandi og í Føroyum. Daisy, sum er fyrsti sopran í hálv-professionella kórinum Sokkelund Sangkor, kemur at tulka Lullabye og And so it goes og saman við Ingibjørg tulkar hon New York State.

 

Hans Andrias Jacobsen – í dag kendur, sum ein frálíkur syng-songskrivari við gitar og mundharpu, fleiri minnast hann eisini við Grandma’s Basement, tá teir vóru í velmaktini, hann kemur at tulka Pianoman, For the longest time og Uptown Girl.

 

Ingibjørg Hansen er ein framúr góð songkvinna úr Mikladali, sum við tíðini er meir og meri at hoyra sum solistur saman við fleiri av okkara allarbestu tónleikarum. Ingibjørg og Rani Nolsøe hava framført saman kring landi. Ingibjørg hevur somuleiðis sungi á Summartónum saman við Ernst Sondum og Ólavur Jakobsen. Leygarkvøldið tulkar Ingibjørg If i only had the words, Just the Way you are og saman við Daisy tulkar hon New York State of mind 

Rani Nolsøe – sangarin í Frændum við rokkbiti, í longri tí eisini kendur sum trubadurur við framúr góðum syng-songskrivara dygdum, kemur at tulka Allentown, She always a woman, Vienna , Italian restaurant , Dont ask me why.

Húsorkestri er mannað við Páll Sólstein, klaver, Jógvan Fróði Baldvinsson, bas, Jens Pauli Joensen, trummir, Rani Nolsøe, gitar.