Fyri aðru ferð seinastu tvær vikurnar, fór ein bilur útav parkeringsplássinum við Keypsamtøkuna í Klaksvík.
Hetta var beint undan at Keypsamtøkan lat aftur í kvøld. Fólkini høvdu verið til handils og útafturkomin sóu tey bilin flóta á Vágni. Bilurin, sum fór útav fyri umleið tveimum vikum síðani fór ikki so langt, hann steðgaði í grótinum við sjóvarmálan.
Ongin var í bilunum tá hann fór á sjógv, og tí var bert materielli skaðin.




