Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bilur farin í gjónna við Gøtugjógv

John William Joensen

Beint fyri kl. 8 í morgun fekk politiið í Runavík fráboðan um at eitt bilóhapp varð hent við Gøtugjógv.

Á politistøðini í Runavík verður upplýst at bilførarin, sum er ein ungur maður, var á veg av Skála til Klaksvíkar tá hann onkursvegna missir tamarhaldið á bilinum og endar í gjónni.

Ikki ov nógv ferð
Av politistøðini verður upplýst at eygavitnir siga at talan var ikki um ov nógva ferð, men at bilurin bráddliga fór niðan um brúnna og niður í sjálva gjónna.
Tíbetur fór bilurin rættvendur niður eftir bakkanum og kom standandi niður á botn.
Bilførarin hevur eftir øllum at døma ikki fingið størvegis mein av tilburðinum.
Hann hevur brotið nøsina og fingið ein snudd í annað knæði.
Tá vit tosaðu við politiið var bilførarin til kanningar á landssjúkrahúsinum.