Mándagin fingu tey á frisørstovuni “Veraklipt” ein heldur óvantaðan gest. Ein bilur stakk gronina innum
At bilar hava atgongd til frisørstovur er ikki vanligt men mándagin stakk ein bilur gronina inn um rútin hjá teimum hjá Veraklipt í Klaksvík.
Sum skilst var bilførarin farin úr bilinum tá hon gerst varðug við at rúturin á bilinum stendur opin.
Fyri at fáa latið vindeygað aftur noyðist bilførarin at snara lykilin – so streymur kemur til rútavindaran.
Bilførarin letur hurðina upp og toyggir seg inn í bilin at snara lyklinum. Men óeydnan vildi at hon snarar ov langt so motorurin startar – og tá bilurin stóð í fyrsta-"geari" – gerð hann eitt hopp inn í frisørstovuna.
sí myndir




