Góðan morgun: Í gjár royndarkoyrdu framleiðarar bil uttan bilførara í London.
Stórabretland: Transport Systems Catapult royndarkoyrdi hendan bilin í forstaðnum Milton-Keynes seinnapartin í gjár.
Hetta er fyrsta royndin við bili uttan bilførara.
Fólk hvukku við, tí bilurin koyrdi á gonguteigi og á gongugøtu.
Ætlanin er at menna 40 slíkar bilar.
Onki stendur um, hvat hesir bilar skulu brúkast til. – Ei heldur stendur um, hvussu hetta eydnaðist. Men bilurin kom ið hvussu er heimaftur í øllum góðum, og eingin varð yvirkoyrdur.
Kelda: MX




