Týsdagin í hesi vikuni, ella náttina til týsdagin, knústi eitt omanlop meira enn 50 metrar av bilverjuni við Múlavegin.
Norðlýsið var í dag á staðnum við myndatóli og sigast má, at gott einki livandi var á vegnum, tá hetta hendi, tí sum sæst á myndunum, so eru fleiri av sera tjúkku pelunum, ið halda bilverjuni farnir í sorl.
Í dag tá vit vóru á staðnum, var gloprarregn norðanfyri og sum skilst eisini í Klaksvík. Ilt var hjá okkum at síggja nakað serligt til omanlopið enn at pelarnir til verjuna vóru støktir av sum pinnabrenni. Helst hevur talan verið um stórar steinar úr fjallinum omanfyri ið hava verið orsøkin til skaðan.
Sum sagt, so regnaði av grimd í dag, tá vit vóru á staðnum, og á vegnum aftur til Klaksvíkar fingu vit nakrar myndir av áunum á Viðoynni norðanfyri og í Hvannasundi. Sum sæst so var Depilsá eisini stór og ikki minst áirnar hvørju megin tunnilsmunnan á Norðtoftum.
Ímeðan vit stóðu har og tóku myndir, skifti Toftá lit, frá at vera ljós og rein bleiv hon brádliga morreyð. Tó grót og skursl kom ikki oman, so helst er okkurt skrædnað longur uppi.









































