Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bindiklubbahugni á Hotel Norð

John William Joensen

Leygardagin 8. maj verður bindiklubbahugni á Hotel Norð á Viðareiði.

Byrjað verður kl. 16 við einari almennari framsýning.
Tey ið sýna fram eru La Femme, Trillan, Ka-Ki, Guðrun Elttør (tógv úr Hetlandsull og egnar uppskriftir), Gull-Britt Hansen (gomul postalín og málningar), ENJO og Sonja Design.
Í samband við framsýningina verður møguleiki at keypa køkur og kaffi.
Harafturat hava Jóhanna á Tjaldrafløtti og Elisabeth Akursmørk hava fyrilestur um heilsugóðan kost.
 
Galladøguri
Kl. 18:30 verður galladøgurði við trimum rættum. Forrætturin er aspargessúpan, høvuðsrætturin  lambskjøt og omaná heimagjørdur ísur.
Undir borðhaldinum verður  felagssangur, sum Noel og Johannes skipað fyri umframt skemt og mótasýning.
Kostnaður fyri tiltakið er kr. 300 og tilboð fyri gisting er kr 300 fyri gisting fyri hvønn á dupultkamari og 500 krónur á einkultkamari við morgunmati. Tilmelding á tlf 217020 ella 451034.
 
Hotellið um summari
Frá 1. juni verður hotellið aftur opið fyri almenninginum og er opið hvønn dag frá kl. 8 á morgni til kl. 9 um kvøldi.