Søkt verður eftir avloysara fyri bioanalytikara í barnsburðarfarlovyi at arbeiða fulla tíð frá 01.01.18 til 31.12.18.
Arbeitt verður í dagvaktum og tilkallivakt heimanífrá. Á Rannsóknarstovuni eru tvær sergreinar, klinisk biokemi og klinisk immunologi/blóðbanki. Hvørja viku eru bioanalytikarar á læknasmiðstøðunum í Runavík og Gøtudali, har blóðroyndir verða tiknar. Eisini verða blóðroyndir tiknar á stovnum og í privatum heimum.
Førleikakrøv
- Umsøkjarin skal hava prógv og góðkenning sum bioanalytikari
- Góð samstarvsevnir og fleksibilitet
- Evnir at arbeiða sjálvstøðugt og at skapa sær yvirlit
Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Báru S. Klakstein, leiðandi bioanalytikara, telefon 227924 ella teldupost: bara@ks.fo.
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Bioanalytikarafelagið.
Umsókn, saman við avriti av prógvi og CV, skal sendast til: umsokn@ks.fo
Seinasta freist at søkja er týsdagin, 3. oktobur 2017.




