Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Biskupstøðbáturin

John William Joensen

Eitt av teim heilt fáu áttamannaførunum í Klaksvík, um ikki hitt einasta, sum enn flýtur, og væl tað, er "Biskupstøðbáturin".

Teir, ið varða av bátinum hava verið so væl at sær komnir, at teir hava hildið bátin við líka alt frá 1932, tá Jákup Bóndi smíðaði bátin, hann er sostatt meira enn 70 ár. Havnamaðurin Verland Johansen teknaði og máldi bátin upp í 1970, hetta sæst í stóru bátabókini hjá Andrasi Mortensen.
Báturin varð smíðaður sum grindabátur og hevur ikki verið brúktur til annað – uttan stuttleika onkuntíð – eitt nú luttók hann eins og onnur gomul áttamannafør í Klaksvík stundum í kappróðri á Norðoyastevnu, tað tíð tað var, var mangan við til at taka ímóti forkunnugum ferðaløgum t.d. kongaskipinum.
Fyri fáum árum síðan, tá eitt PR-átak bleiv fyriskipað fyri grind og grindadrápi úti í Klaksvík var báturin við – og so vítt vit vita, alt tikið uppá video. Síðan hava myndir verið at sæð í turistbrochurum. Í fjør bað Kl. Býráð unglingar manna bátin til at taka móti nýggja "Skálaberg", og á Norðoyastevnu í ár var báturin við í stóra tiltakinum "fólkalívsmyndir", útgjørdur og mannaður við útróðrarmonnum. Aftaná nýttu menn høvi til at gera neyðuga umvæling og tjøra bátin, áðrenn teir aftur drógu hann í gamla neystið á Biskupsstøð. Norðlýsið kom framvið og fekk nakrar myndir. Sigast má, at báturin sær heilt væl út.
Myndin við gomlu biskupsstøðbrúnna er forkunnug, brúgvin hvarv nú ein dagin, tá teir fyltu upp við gróti úr undirsjóvartunnlinum, alt fyri at gera pláss fyri einum nýggjum miðbýi. Sagt verður okkum, at báturin neyvan fer aftur í grind, tíðin er farin frá honum, nú alt skal ské so skjótt og effektivt.
Vit lata myndirnar tala fyri seg.