Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bispur hóttir sóknarprest við uppsøgn

John William Joensen

Tann 19. juni 2014 kl. 13:47
fekk Magnus E. B. Jørgensen, sóknarprestur eina fundarinnkalling frá Jógvan Fríðrikkson har bispur vísandi til eitt ”bræv úr Klaksvík” ger greitt at Bispur ikki longur kann liva við “trinni viðurskifti; prestagarðurin, tænastubýti og rúsdrekka.

Tann 19. juni 2014 kl. 13:47
fekk Magnus E. B. Jørgensen, sóknarprestur eina fundarinnkalling frá Jógvan Fríðrikkson har bispur vísandi til eitt ”bræv úr Klaksvík” ger greitt at Bispur ikki longur kann liva við “trinni viðurskifti; prestagarðurin, tænastubýti og rúsdrekka.

Tað er Magnus B. Jørgensen sjálvur, sum hevur sent samskifti til Fjølmiðlarnar umleið kl. 17 í gjár.

Fra: Jógvan Fríðriksson [mailto:jf@folkakirkjan.fo]Sendt: 19. juni 2014 13:47
Til: ‘Magnus E. B. Jørgensen’ (magnusj@post.olivant.fo)
Cc: Andrea Nedergaard-Hansen
Emne: Biskupur kallar tygum til samtalu.

Magnus B. Jørgensen, sóknarprestur

Biskupur kallar tygum til samtalu.

Sum tygum vita, hevur Føroya Stiftsstjórn fingið eitt skriv úr Klaksvík, ið umtalar tygum og kall tygara sum sóknarprestur við serligum atliti at decorum krøvunum. Tygum kenna málið, ið tygum hava viðgjørt saman við Dómprósti Føroya.

Biskupur hevur áður tosað við tygum um líknandi mál, ja enntá sent tygum eitt hoyringsskriv. Tygum hava víst øllum aftur og staðfest, at als eingin trupulleiki er.

Biskupur tók á fyrsta sinni hetta málið upp í telefonsamrøðu við tygum í apríl 2008.

Hava tygum ongan trupulleika, so hava vit ein dupultan trupulleika. Biskupur staðfestir, at Fólkakirkjan (kirkjuliðið, starvsfelagar, umsiting fólkakirkjunnar og biskupur) hevur ein trupulleika ella eina avbjóðing. Henda avbjóðingin er at loysa misljóð og fylgjurnar av misljóði í Norðoya vestara prestagjaldi.

Talan er um trinni viðurskifti:

1) Bústaðarviðurskifti / prestagarðurin.

2) Tænastubýtið millum prestarnar.

3) De corum / rúsdrekka.

Biskupur miðar eftir at finna ein endaliga loysn á málinum.

Tygum hava verið burturstaddur vegna serligar umstøður og koma aftur til arbeiðis 24.juni 2014. Biskupur mælir til, at tygum ikki fara til arbeiðis tann 24. juni 14, men at tygum ístaðin hugsa um viðurskiftini og eru heima við løn restina av juni 2014.

Biskupur kallar tygum til samtalu týsdagin 1. juli 2014 kl. 10. Skráin verður tey trý omanfyri nevndu punktini og tey øki, ið tey trinni viðurskiftini nema. Saman við biskupi verður stiftsfulltrúin á fundi.

Biskupur mælir til, at tygum hava hjásitara á fundinum t.d. formannin í Prestafelagnum ella ein persón, ið tygum velja.

Blíðar kvøður,

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Avrit: Skjalasavnið.