Er nýggji bjargingarbáturin Ziska ein leika hjá voksnum smádreingjum, ella svarið uppá ein veruligan tørv?
Eigur eitthvørt tiltak, ið sýnir fyritakssemi (initiativ) at verða róst? Tað er helst yvasamt! Hinvegin, so er onki meira drepandi fyri eitt samfelag enn fyritaksloysi (initiativloysi). Til dømis hava mynduleikanir í Danmark nýtt milliardir til at gera súklubreytir, soleiðis at fólk á súklu skulu kunna ferðast tryggri. Tað er eitt tekin um fyritakssemi! Men nýggj kanning vísir, at súklubreytirnar hava økt ferðsluvannlukkur hjá súklandi fólki við 37%! Í samankomingum (vegkrýssum) við heilum 43%. Tað var vissuliga ikki ætlanin!!
So er spurningurin um skriviborðsgarpanir, sum hava uppfunnið súklubreytirnar hava rós uppoborið fyri teirra fyritakssemi ella ei? Tað er onki at yvast í at meiningin var góð, men samstundis so hava teir fleiri deyðsvannlukkur uppá samvitskuna!?
Tað er tó ikki súklubreytirnar sjálvar, ið eru orsøkin til økta talið av ferðsluvannlukkum hjá teimum súklandi men, orsøkin er, at tey súklandi kenna seg so nógv tryggari á súklubreytunum, og at tey tí økja um ferðina, og halda at tey kunnu nýta sama frælsi frá bilum í samankomingum (vegkrýssum), sum á súklubreytunum. Súklubreytirnar hava givið súklandi fólkinum ein falskan tryggleika, og gjørt tey minni ansin, og tí økta talið av vannlukkum.
Nú ber sjálvandi ikki til at samanbera bjargingarbátin Ziska við danskar súklubreytir. Dømið var bara nýtt fyri at vísa á at væl meint fyritakssemi ikki altíð er rós vert, og kann enntá eisini vera vandamikið! Tað, sum eg og mong við mær eftirlýsa, tað er um nøkur kanning er gjørd viðvíkandi tørvinum á einum bjargingarbáti, sum umframt útreiðslur til útvegan, eisini hevur framhaldandi útreiðslur til rakstur og viðlíkahald?
Spurningarnir ljoða tí m. a. soleiðis:
1. Hvussu nogvir tilburðir í Norðoyaøkinum seinastu fimm árðini prógva at tørvur er á einum lokalum bjargingarbáti?
2. Hvussu mong av hesum tiltøkum, kundi Vaktar og Bjargingartænastan og lokalir og staðkendir útiróðramenn ikki haft loyst?
3. Hvussu er Ziska og manningin á honum samskipað við V&B og Sjóbjargingarstøðina um á stendur?
4. Hvussu sær manningarlistin á Ziska út, og hevur manningin førleika og tilbúgvingarstøði, ið er nýtiligt í øllum veðri og alt samdøgni alt árið?
Eg kundi fegin ynskt mær svarð uppá hesar spurningar, áðrenn eg uttan fyrivarni ynski nýggja Ziska vælkomnum til Klaksvíkar, og og takki stigtakarunum fyri teirra fyritakssemi!
Eg havi mangan mistikið meg, og veit at eg fari at gera tað aftur, tí havi eg stráhattin (ein ekaður panamahattur!!) liggjandi til reiðar á skriviborðinum, um tað verður neyðugt at eg skal lyfta hann húnarhátt, tí eg uttan orsøk havi verið misstanksamur (skeptiskur), ella um eg skal eta hann tí eg havi misstikið meg.
Men, í meðan so fari eg at siga við allar vaksnar smádreingir (og gentur) í Norðuroyggjum, hví FANIN syrgja tit ikki fyri einari ordiligar tilbugvingarskipan í samband við stórstu broytingina í Norðuroyggjum í meira enn hundarað ár, sum er Norðoyatunnilin? Og sigi Bøøøøøøøøø! við stórar smádreingir, ið kannska hava flutt bjargingarskip til landið, uttan at hava kanna um tað yvirhøvur er tørvur á einum slíkum!
Tillukku um tit hava rætt!
Og orsaka um eg havi gjørt tykkum órætt!
Kværulantus (Bergur) Jacobensis




