Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bjargingarroynd við tyrluni

John William Joensen

Fyrr í ár var bjargingarroynd við tyrluni har næmingar frá Sjómansskúlanum í Klaksvík luttóku

Skeiðið kom í lag í samstarvið millum Hanus Kjølbro, lærari á Sjómansskúlanum og Villads Bøgesvang, flogskipara á tyrluni.
Hanus Kjølbro, sjómansskúlalærari, greiðir frá at hóast næmingarnir hava verið gjøgnum nøkur sera góð trygdarskeið, so er vitanin um bjarging ongantíð ov stór hjá monnum sum skulu leiða bjargingina..
– Eg og Villads tosaðu um hetta og hildu at tað var rætt at næmingar á Sjómansskúlanum, sum jú skulu leiða bjargingina á sjónum, fingu eitt sindur meiri innlit í tilbúgvingina og tað útgerð sum er tøk til bjarging.
– Vilads og Anfinn Frederiksen høvdu so ein lítlan fyrilestur í umleið ein tíma um tilbúgving í samband við skip sum eru neyðstødd.
– Síðani varð farið niðan á tyrlupallin har næmingarnir sóu tyrluna og tað útgerð sum hon hevur.
– Tá liðugt var at greiða frá og allir spurningar svaraðir var síðani skipa fyri eini bjargingarroynd.
– Tiltakið eydnaðist sera væl og næmingarnir fingu nógv burtur úr, sigur Hanus Kjølbro at enda.
Bjargingarroyndin var fyriskipað á tann hátt at næmingarnir vóru lyftir upp í tyrluna í bólkum og fóru  síðani ein flúgvi túr út á Pollin og niðan aftur á tyrlupállin.