Eftir tilráðing frá dómarabólkinum og dómaraeygleiðaranum var reyða korti, sum Ovi Nysted fekk eftir dystin móti HB, tikið aftur av kappingarnevndini í kvøld.
Hetta merkir at Ove Nysted kann vera partur av KÍ liðnum sum leygardagin skal spæla móti NSÍ.
– Av tí at dómarin gav KÍ leikaranum reyða kortið eftir dystin fyri okkurt sum hann skuldi havt sagt stóð leikarin til at vera leikbannaður hetta vikuskifti.
– Men eftir at hava lisið skrivligu frágreiðingina har dómarabólkurin saman við dómaraeygleiðaranum mæla til at leikbannið verður avtikið, hevur kappingarnevndin mett tað vera rættast at ganga umbøn teirra á møti.
– Sostatt er KÍ leikarin ikki leikbannaður, sigur formaðurin í kappingarnevndini, Bjarki Mohr, í stuttari viðmerking.
Norðlýsið skilir at dómarin skal hava misskilt eina verbala fleingju frá KÍ leikaranum. Dómarin uppfataði hesa útsøgn at vera venda móti sær, men eftir at hava ráðført seg við hjálpardómararnar og dómaraumboði var niðurstøðan tann, at rættari hevði verið at leikarin fekk gula- og ikki reyða kortið fyri atburðin.Tí skal ein samdur dómarabólkur saman við dómara eygleiðara hava mælt til at leikbannið, sum reyða kortið hevði ført við sær, varð strikað.




