Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bjarni Arnason nýggjur ungdómsvenjari hjá B36

Jákup Ósá

Skiftur EB/Streym út við B36 í 2014.

Skiftur EB/Streym út við B36 í 2014.

Bjarni Arnason hevur seinastu árini verið ungdómsvenjari hjá EB/Streymi. Hann váttar nú fyri Norðlýsinum, at hann fær nýggja uppgávu í 2014, har hann skal standa á odda fyri ungdómsfótbóltinum hjá árstalsfelagnum í Havn.

– Jú tað kann eg vátta, at eg havi gjørt sáttmála við B36, sum inniber, at eg komi at arbeiða fulla tíð sum ungdómsvenjari og dagligur leiðari í felagnum. Eg havi verið venjari í 6 ár í EB/Streymi harav 5 ár sum ungdómsvenjari. So eg føldi, at bæði eg og EB/Streymur høvdu brúk fyri nøkrum nýggjum nú, sigur Bjarni Arnason í stuttari viðmerking við Norðlýsið.

Mynd: EB/Streymur

Harleyfacadeacryl