Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bjarni Djurholm helt ikki orð

John William Joensen

Hetta kann man ikki siga um Bjarn – Ein maður er ein maður og eitt orð er eitt orð Djurholm,

tí undir valstríðnum fyri góðum ári síðani, spurdi undirritaði Bjarna Djurholm, um avgreiðslugjaldið uppá 30,00 kr, sum Toll og Skattstovan krevur fyritøkur fyri, bleiv avtikið, nú fyritøkurnar gera alt arbeiðið fyri Toll og Skattstovuna. Hetta játtaði hann, at tað fór at vera eitt tað fyrsta, hann fór í holt við, um hann bleiv afturvaldur, men nú er meira enn eitt ár síðani valið og einki er hent. Spurdur um hetta bleiv gjørt við afturvirkandi kraft, vildi hann ikki svara tí spurninginum, men nú má kravið vera, at fyritøkurnar fáa pengarnar aftur, sum tey hava lagt út fyri at gera arbeiðið hjá Toll og Skattstovuni.
Politikkarnir í Føroyum sleppa alt ov lætt, vit kunnu samanbera Bjarna Djurholm við Bent Bendtsen. Hann lovaði undan valinum, at bleiv hann afturvaldur,  bleiv avgjaldið uppá 50 oyru stikað uppá kortflytingarnar og tað gingu ikki fleiri dagar, so hevði hann stikað avgjaldið, her hevur Bjarni Djurholm okkurt at læra av. Ein konkretan spurning til Bjarna Djurholm, nær verður avgreiðslugjaldið avtikið?

Símun á Høvdanum