Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bjarni Hammer tekur ikki undir við uppskotinum

Jóhann Lutzen

Bjarni Hammer, formaður í vinnunevndini var bersøgin í Dagur og viku í kvøld og hann hevði eina røð av ivamálum og atfinningum ímóti fiskivinnunýskipanaruppskotinum

Bjarni Hammer, formaður í vinnunevndini var bersøgin í Dagur og viku í kvøld og hann hevði eina røð av ivamálum og atfinningum ímóti fiskivinnunýskipanaruppskotinum 

Bjarni Hammer er formaður í vinnunevndini og hevur tískil høvuðsábyrgdina av at bera uppskotið ígjøgnum fyri samgonguna. Kjaksendingin í kvøld gav ábendingar um at formaðurin ynskir at gera stórar broytingar, tá tað verður lagt fyri tingið og síðani beint í vinnunevndina. 
Niðanfyri endurgeva vit nøkur sitat hjá Bjarna Hammer frá kjaksendingini:

          – Tað hevur ongantíð verið nøkur loyna, at egongantíð havi verið fyri eini uppboðssølu

         –  Hetta (Fiskivinnunýskipanaruppskotið) er eitt samráðingaruppskot, sum er sent úttil hoyringar

          –Akkurát sum uppskotið (Fiskivinnunýskipanaruppskotið) liggur haldi eg, atuppskotið er ov víðgongt

        –  Eg eri skeptiskur í mun til økiskvotur

         –  Eg eri skeptiskur í mun til antitrust lógina. At taka tað frávinnulívsmonnum, at tú sleppur ikki at vaksa meir enn eitt vist, tað kann verafarligt. Tí er markið í so lágt vildi eg sagt. Eg haldi at 12% er ov lítið. 20%kundi verið ein loysn.

         – Hava Reiðarar so stóra ávirkan í Føroyum, atongin torir at siga nakað ímóti teimum, tað haldi eg ikki.

         – Heilt nógvir av teimum, sum eru í flotanum í dagundir fiskidagaskipanini, vilja verða fyri stórum vanbýti og summir kunnu faktistikki virka í dag.

          – Øll vita av at eg havi verið eitt sindur ósamdur(við Aksel V. Johannesen)

          – Tað er eingin ivi, sum tað (Fiskivinnunýskipanaruppskotið) liggur so vilja teirverðandi aktørar sum virka og landa í Suðuroy, tað vil uttan iva verða samaávirkan aðrastaðnis, teir vilja missa nógv av sínum rættigheitum

         –  Uppskotið má broytast – sjálvandi má tað tað