Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bjarni Hammer tekur sæti á tingið í morgun

John William Joensen

Tá løgtingið kemur sæman kl. 10 í morgun fer Bjarni Hammer, tinglimur hjá Javnaðarflokkinum, sum hevur verið í farloyvi síðan tað kom fram at politiið var í ferð við at kanna skuldsetingar móti løgtingsmanninum at taka sæti aftur í løgtinginum.

Eftir at Statsákærin kom til tað niðurstøðu, at einki hald var í skuldsetingunum, sum hava verið frammi í miðlunum seinastu vikurnar, kundi løgmaður eisini staðfesta, at einki var sum foraði fyri at suðuroyartingmaðurin kundi taka sæti aftur í Løgtingum.

– Eg havi gjørt av at fara til arbeiðis í løgtinginum og eg gleði meg til at taka tingarbeiði upp aftur, segði Bjarni Hammer í stuttari viðmerking til Norðlýsið fyri løtu síðan.

 

Norðlýsið hevur gjørt eina longri samrøðu við løgtingsmannin og hon verður at síggja á nordlysid.fo seinri.