Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bjarni Kárason Petersen tekur sæti á tingi

Helgi Abrahamsen

Í sambandi við at Hanna Jensen skal burtur í arbeiðsørindum, hevur hon biðið um stutt farloyvi. Tí tekur næsta fólk á framsóknarlistanum sæti á tingi í dag.

Tað verður Bjarni Kárason Petersen, sum tekur sæti á tingi fyri Honnu Jensen og hetta er aðru ferð, at hann verður tingmaður. Bjarni er 21 ára gamal og er formaður í Framsøkin Ung.

Tingfundurin í morgun byrjar nú klokkan 11.