Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bjarni Olsen, stjóri í EIK: Skálafjarðartunnilin ikki áhugaverdur um hann verður knýttur saman við øðrum verkætlanum

John William Joensen

Tá Kaupthing pakkaði kuffertið – yvirtók EIK BANKI partapeningin hjá íslendska bankanum í P/F Skálafjarðartunnilin

Bjarni Olsen, stjóri í EIK BANKA, sigur at verkætlanin, sum P/F Skálafjarðatunnilin hevur arbeitt við í nøkur ár – er ein spennandi verkætlan.

– Vit meta verkætlanina hjá privata felagnum at vera ein verkætlan, sum vit gjarna vilja verða partur av.

– Hóast kostnaðurin er ein góð milliard – so trúgvi eg at fleiri fíggingarstovnar eru áhugaðir í at veita fígging.

– Samfelagsligu útlitini eru broytt seinru árini, men hóast tað so er talan um eina sunna verkæltan, sum hongur saman fíggjarliga.

– Men um ætlanin er at Skálafarðartunnilin skal fíggja aðrar verkætlanir, sum ikki geva fíggjarligt avkast – so broytist myndin og so verður tað minni áhugavert hjá okkum, sum fíggingarstovni at verða við.

– Vit blanda okkum ikki uppí hvat politikarar velja at gera og ikki – og um løgtingið avgerð at Skálafjarðartunnilin skal verða almennur – so fyrihalda vit okkum sjálvandi til tann veruleikan.

– Men eg kann bara undirstrikað at verkætlanin hjá P/F Skálafjarðartunnilin í sær sjálvum er framvegis ein verkætlan, sum vit fegin vilja verða partur av og eg trúgvi neyvan at nakrir trupuleikar verða at finna aðrar áhugaðir íleggjarar.

Løgmaður fer í dag at gera eina roynd at finna eina politiska semju um hvussu stóru samferðsluverkætlarnar skulu fremjast og um Skálafjarðartunnilin skal verða almennur ella privatur

Harleywoodpaint