Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bjarni svarar aftur

Jákup Ósá

Kappróður: Bjarni Hammer, bátsformaður umborð á Suðuroyingi, svarar her aftur uppá skriving frá Magnus Norðberg frá Klaksvíkingi.

Kappróður: Bjarni Hammer, bátsformaður umborð á Suðuroyingi, svarar her aftur uppá skriving frá Magnus Norðberg frá Klaksvíkingi.

Bjarni Hammer svarar niðanfyri uppá greinina: Aftursvar til Bjarna Hammer

Magnus svarar har aftur uppá greinina: Suðuroyingur: Klaksvíkingar tora ikki at kappast í ár!

Niðanfyri endurgevur Norðlýsið orðarætt aftursvarið frá Bjarna Hammer:


Aftursvarið

Mær dámar ikki at nýta nøvn ella vera persónliga niðurgerandi í tí almenna rúminum, sum M ger -”tílíkt tulki eg sum avmakt! Í staðin fyri at leggja eftir fjøldini, sum hevur somu hugsan og vitan sum eg, er tað lættari at fara eftir einum persóni.

Listin er langur av fólki ,”ið standa undrandi og spyrjandi á síðulinjuni. Eg eri ein av hesum og eri eg boðberin.

Alt, sum eg skrivaði í upplegginum váttar, Magnus Norðberg. Tað sæst í tí persónliga álopinum við yvirskriftini “Aftursvar til Bjarna Hammer” og inni á róðrarkjakinum á Facebook.

Ímóti mínari”sannføring, eri eg noyddur at nevna Magnus við navni nakrar ferðir, fyri at svara hansara spurningum.


Magnus: hann hevur onga virðring fyri okkara avrikum

Eg síggji ongastaðni í mínari grein, at eg ikki havi størstu virðing fyri øllum teimum sigrunum, ið Klaksvíkingurin hevur”megnað at vunnið. Eg havi stóra virðing fyri tí, tað skal tað ikki vera nakar ivi um. Tað er eisini ein av stóru orsøkunum til, at Suðuroyingur er til í dag. Vit hava altíð ynskt at blíva ein partur av 10-mannafarsróðrinum, bæði fyri at vaksa um flotan og fyri at dystast ímóti Klaksvíkingi, ið hevur verið nærum einaráðandi.

Tað sum greinin hjá mær snúði seg um, var at nakrir garpar umborð á klaksvíkingi høvdu meldað út, at teir høvdu mist onkran rógvara og harafturat vóru nakrir, sum ikki høvdu hug og orku til at venja tað, sum eftir teirra tykki skal til, fyri at vera vísir í at vinna.

Gamalt er, at maður kemur í mans stað og tað hava vit brúkt. Vit hava ikki, av góðum orsøkum,”sama stóra fótlkatilfeingi, ið samanbundnu oyggjarnar fyri norðan hava. Vit eru nýggj innan róðrarøkið og okkara hurburður er, at um tú hevur hug at rógva og venja, so ert tú vælkomin


Magnus heldur eg spjaði, ístaðin fyri at savna:

Eg hevði upprunaliga gjørt av, at mín ítróttarkarriera endaði í 2005, eftir at hava vant annan ítrótt í mong ár. Eg flutti heim aftur til Føroyar í 2006 og hevði als ongar ætlanir um at fara rógva.”Mangan brestir tó ætlan og lagnunnar speisemi førdi við sær at eg endaði umborð á Tvørabátinum í 2007. Tá hevði ongin aktivitetur verið í fleiri ár á Tvøroyri innan róðrarítróttin.

Egfór við fyri at hjálpa og endaði við at vera bitin av kappróðrinum og umhvørvinum rundan um. Síðani hevur málið verið at spjaða áhugan um ítróttin í lokalumráðnum, at royna at fáa”ungfólk at setast við árarnar og at hjálpa teimum á veg. Úrslitið er, at síðani Tvørabáturin byrjaði, eru nyggjir rógvarir lægstir til ár eftir ár. Vit vóru fullkomiliga óroyndir tá vit byrjaðu í 2007. Ongin manning hevði verið á Tvøroyri í fleiri ár og var ætlanin at avtaka felagið í 2006. Síðan tá hava tveir bátar vunnið FM. Aðrir, nógvar medaljur og fleiri sigrar hjá gentum, dreingum og barnamanningunum eru fingnir til høldar. Vit hava ment okkum og harvið stuðlað nógv undir kappróðrinum. Í ár hava vit 8 manningar í suðuroynni. Í verandi løtu verður arbeitt við at byggja nýtt kappróðrarneyst á Tvøroyri.

Eg meini sanniliga at eg/vit savna.


Fyrst vil Magnus menna og síðani avtaka 8- og 10 mannaførini.:

At Magnus ikki hevur orku, til at rógva við 10 mannaførunum aftur í ár, er væl skiljandi, tí tað fer avstað við nógvari tíð og nógv annað má víkja fyri at fáa eitt kappingarár at hanga saman.

Íkastið hjá honum liggur sanniliga”ikki eftir. Magnus hevur verið ein av størsti forsprákarunum fyri at menna 10-mannafarsróðurin og havi eg altíð havt størstu virðing fyri hesum.

Tað er millum annað tí at vit brúktu”fleiri enn 2 ár uppá at fáa eitt 10 mannafar til høldar og bjóðaðu okkum fram”at stuðla um 10-mannafarsróðurin. Við okkara íkasti vildi flotin veksa og møguliga fáa enn”meiri spenning ímillum størru bátastøddirnar.

Til aðalfundin hjá RSF í 2012 vísti Magnus veruliga hvussu stóran týdning 10 mannaførini høvdu fyri hann og hvussu stóran týdning hann helt, at 10 mannaføruni hava fyri føroyskan kappróður. Tað er nakað sum vit stuðlaðu heilhjartaðir.

Orðatakið sigur: “”tú hevur eina meining til”tú hevur eina aðra”. Nú, einans eitt ár seinni, hevur pípan brádliga fingið eitt annað ljóð. Nú roynir sami ambassadørurin fyri 10-mannaførini at reka rógvarar burtur frá frá hesum róðrarbólki, í staðin fyri”at eggja monnum at geva sítt íkast.

Bert eitt ár eftir aðalfundin í 2012 hevur sami maður eitt uppskot um at avtaka bæði 8 maf. og 10 maf. róðurin hjá monnum.”Endurgeving frá Magnusi:“Eitt uppskot til rógvarar og feløg at tyggja upp á, har Fø.kapprógving verður broyttur til 1000m við bert 5mf dr og ge, og 6mf kv og menn”.


Magnus: Hvussu veit hann, hvør ið hugsunarhátturin hjá manningini á Klaksvíkingi er?

Tað hevur gingið sum slatur í eina tíð, at Klaksvíkingur ikki ætlar at stilla upp tí, at nakrir umborð, millum annað Magnus, ikki føla seg heilt vissar í at vinna nakað í ár. Ørsøkina kemur tú sjálvur við: “Mist onkran mann, ikki orku at venja tað, sum tit halda skal til osv.”Tí havi eg spurt meg fyri og havi fingið tað váttað av fleiri. Tað er ikki nakað sum er íspunnið. Tað er ein staðfesting av slatrinum. Hugsunarhátturin í hesum førinum, er, at nakrir rógvarir hjá manningini á Klaksvíkingi, heldur ynskja, at fara har sum kappingin ikki er so stór, tí teir ikki føla seg vísar í at vinna við”10-mannaførunum.”Pástandurin um manglandi rógvarar, orka, áhugið o. a. er so at siga heit luft. Tað er tann hugsunarhátturin er vísi á!


Magnus: Hvørji eru tey “fleiri” sum vátta upppáhaldin hjá Bjarna?

Eg fari sjálvandi ikki avdúka hvør ið hevur váttað tíðindini ella at heingja nakran persónliga út í tí almenna rúminum, tað liggur ikki til mín persón, hóast eg í hesum føri havi kent meg noyddan at svara persónliga álopinum frá Magnusi.”

Magnus: Hvør er hann, at siga, at 6mf bert er til menning? Hvar hevur hann tað frá?

Nøkur dømi: Smyril byrjaði og vann FM í 2001 og 2002. Manningin fekk ikki meiri kapping og sá ikki høvið til at blíva við við at kappast ímóti rógvarinum sum fluttu upp frá dreingjaróðrinum. Smyril mannaði síðani Vágbingin næstu 2 árini.

Tvørabáturin byrjaði á berum í 2007, eingin av manningini hevði nevniverdugar royndir. Manningin fekk 2. 3. og 4. pláss fyrstu 2 árini, fyri síðani at vinna FM í 2009. 2010 royndu vit at lána eitt 10-mannafar, har ímillum Skálabátin. Tað gekk ikki, so vit róðu aftur í 2010. Tað var eitt gott ár við nógvari umrøðu til kappróðurin, serliga av tí tiltikna “listamálinum”, har”Páll Fangi vann FM.

Í 2011 byrjaðu vit at”savna inn pening”til eitt nytt 10-mannafar og fyri at halda fólki í gongd, so”fóru nakrir við Smyrli úr Vági, nakrir við Tvørabátinum og teir, sum búðu norðanfyri, við Riddaranum.

Eg var við Riddaranum. Vit vandu 1 til 2 ferðir í miðal um vikuna. Hóast tað, so vóru vit langt fremstir hvørja einastu”stevnu. Nú aftaná, so kennist tað sum um tað ikki var rættvíst ímóti hinum manningunum.

Vit høvdu als ikki verið við”6-mannaførunum tey bæði seinastu árini, um vit høvdu eitt 10-mannafar. Okkara tíðarskeið við 6-mannaførum var útrunnið og uttan iva betur at lata tey, sum just vóru flutt upp í eldru bátastøddirnar, fáa frið at menna seg og hava betri útlit til hægri plaseringar.

Lómur vann FM í 2012 og”teir fóru víðari upp á Hoyvíking ella Argjabátin. Meini at manningin á Sølmundi fór við Heiðabátinum og síðani Eysturoyingi, Gongurólvur á Ørv og Havnabátin o.s.fr.

Alla virðing fyri 6-mannafarsróðrinum -”vit vóru ómetaliga glaðir fyri at rógva við teimum, tí alt byrjaði har og kanska endar”ein aftur har.

Søgan”við 6-mannaførunum vísir”at tær”flestu, fremstu og vinnandi manningarnar, fara víðari uppeftir í bátastødd og geva harvið pláss til ungu og óroyndu rógvararnar, ið tískil hava betri útlit til tey fremru plássini.

Árið á Riddaranum”knýtti sterk vinarbond okkara millum, vinarbond, ið halda eitt heilt lív. Riddarin er ein bátur, sum enn verður mannaður á hvørjum ári og gera teir eitt megnar arbeiði”fyri at menna nýggjar rógvarar. Teir hava 2 góðar og”royndar rógvarar umborð, sum á hvørjum ári eggja, stuðla, læra og menna ungdómin at rógva kapp. Smyril og Tvørabáturin hava gjørt nakað tað sama seinastu árini. Tvørabáturin er aftur í ár mannaður við”tveimum sum hava róð fyrr og 4 nýggjum. Teir venja 2 ferðir um vikuna og tað er í lagið.


Magnus. “Bert einaferð havi upplivað, at rógvarar hava staðið á keiini og ikki torað at”róð, og tað var á Ólavsøku 2010.”

Ólavsøkan 2010 var fyrstu ferð at fleiri manningar stóðu saman, fyri at vísa sína ónøgd við, tað órættvísi, tá ein manning snýtti seg til fyrimunar á fleiri stevnum. Hvørki Magnus ella nakrar annar kann rættvísgera snýt. Latið heldur tað málið vera liggjandi, tí tað, sum manningin á Páll Fanga gjørdi var eitt tað mest mannminkandi málið í kappróðrarsøguni. Hatta var størsta gøla í nýggjari”føroyskari kappróðrarsøgu og tað slapp at fara framvið borðinum so gott sum óátalað av rætta myndugleikanum! At manningin á Páll Fanga(ella partar av henni)nú, eftir at nakað av tíð er farin, skal ditta sær at draga hetta mál fram og beinleiðis niðurgera mótstøðupart, ið kendi seg vera fyri órøttum, tað vísir veruliga andan tað árið og at reint mjøl ikki var í posanum. Tað einasta góða sum fylgdi tí málinum, var, at kappróðurin bleiv nógv umtalaður í fjølmiðlinum. Ring umtala er, hóast alt, betur enn ongin umtala. Tað var sanniliga ikki tí at Tvørabáturin ikki tordi at rógva ímóti Páll Fanga, at róð ikki var á ólavsøku, men tí at snýt slapp at fara framvið borðinum – hví skulu menn leggja alla sína frítíð í at venja til kappróður, tá aðrir(les BARA”Páll Fangi)”sleppa at snikka sær bátin til, so at hann hóskar best til teir?


Magnus: “Suðuroyingur ikki stór mótstøða í 2012.”

2012 var fyrsta árið hjá manningini á Suðuroyingi og endaðu vit sum nr. 2 í FM og við einum sigri. Tað vóru vit avbera væl”nøgdir við, tí eftir røttum skuldu vit als ikki kunna gjørt okkum galdandi millum”sigursvandu bátarnar. Tað er undrunarvert, tá havandi er í huga, at tað var fyrsta árið í 10-mannafarshøpi yvirhøvur hjá okkum. So okkurt gera vit rætt.

Vit gjørdu okkara besta og lærdu eina rúgvu.

Vit góvu okkara íkast í 2012 við at føra eitt nytt far í flotan og tað trúgvi eg, at sjálvt teir á Klaksvíkingi vóru/eru fegnir um.

Í ár hava vit 4 nýggjar mans, sum heldur ikki hava róð seinastu árini og ongantíð við 10 mannaførum.

Vit leggja okkum ikki eftir at venda hvønn stein runt um í landinum eftir”rógvarunum við teimum størstu royndinum. Bara hugurin at venja og kappast er til staðar, so eru vit nøgdir.

Vit venja 3-4 ferðir um vikuna og hava vit innsæð, at tað er lættari at manna bátarnar, um vit ikki venja hvønn dag í vikuni. Hesin hátturin gevur størri rásarúm og pláss til annað enn bert at venja alt summarið.

Vit eru við gott mót hóast alt og bjóða vit av aftur við vón um, at hava ment okkum síðan í fjør.

Vit vóna, at Klaksvíkingur verður ein av bátinum á summarstevnunum.

Tað hevði verið syrgiligt, um flotin aftur minkaði, í hesum okkara flaggskipi innan føroyskan kappróður, ið 10-mannaførini altíð hava verið!


Magnus: “Bjarni má koma niður á jørðina við sínum arrogansu.”

Um arrogansan er sjálvsálitið hjá okkum, ja, so má eg geva honum rætt. Eg/vit hava eitt gott sjálvsálit og ikki minst álit á hvørjum øðrum.Vit hava langt síðani avtikið Jantelógina – her er tað ágrýtni og sjálvsálit, ið stýrir útsøgnunum frá manningunum.

Soleiðis sum lógarverkið er smíðað, kunnu tit gera sum tykkum “listir”(orðavalið tilvitað). Mín meining er tó, at um ein ella”tveir mans allíkavæl ætla at taka sær av løttum”við 6-mannaførunum, so vil eg eggja tykkum til at taka nakrar ungar rógvarar undir vengurnar, ið”kunnu føra arvin víðari. Teir høvdu havt fyrimyndirnar tætt at sær og tit kundu vant, lært og ment teir til góðar framtíðar rógvarar til Klaksvíksingin, Norðoyingin, Nevið og kanska Suðuroyingin! Tað er nakað sum hevði skapt virðing har norðuri og eisini her suðuri.

Eg ætli mær ikki at skriva meira um hetta málið. Um nakar hevur nakað at spyrja meg um, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við meg persónliga.

Eg, eins”og flestu føroyingar, vóni at tit finna eina góða loysn við at manna Klaksvíksingin, soleiðis at vit fáa enn eitt gott kappróðrar ár í 2013. Hetta skal eisini vera ein áheitan til aðrar manningar, um at royna at manna tykkara bátar.


Til seinast vil eg”minna tykkum á, at vit øll mugu standa meira saman. Manningarnar og feløgini eru kappingarneytar á stevnunum, men annars mugu vit standa tættari saman og verja borg ímóti hinum ítróttargreinunum.

Halda vit á fram við at klandrast innanhysis, so”dettur øll menning á gólvið og vit kunnu tapa tann stóra dystin.

Vit mugu duga nógv betur at varpa ljós á okkara tjóðarítrótt! RSF, fjølmiðlarnir og rógviumhvørvið má taka í egnan barm og kveikja áhugan hjá ungdóminum til kappróðurin!

Tað er hóast alt okkara tjóðarítróttur – nakað, ið ongin annar hevur!

Við vón um eina bjarta róðrarframtíð

Bjarni Hammer