KÍ spældi venjingardyst á Skála í dag. Eitt mál skilti liðini.
KÍ spældi venjingardyst á Skála í dag.
Dysturin var nakað merktur av, at fitt av vindi var. KÍ spældi uttan Ndende A. Gueye (Smáskaddur), Páll A. Klettskarð (skaddur) og Kenan Hajdarevic (ikki komin til landið). Ísak Simonsen fekk møguleikan í miðverjuni, Jákup B. Andreasen á miðvøllinum og Jóannes Bjartalíð sum fremsti leikarin. Allir tríggir komu væl frá uppgávuni. KÍ byrjaði við hesum liðnum: Meinhardt Joensen – Sørmundur Kalsø, Jonas F. Rasmussen, Ísak Simonsen, Mayowa Alli – Evrard Blé, Jákup B. Andreasen, Atli Danielsen – Henry Heinesen, Jóannes Bjartalíð, Hjalgrím Elttør. Seinni komu hesir inn: Fríði Sigurðsson, Gunnar Christiansen, Heðin á Lakjuni, Ivan Joensen, Heðin Klakstein, Jóannes Danielsen og Petur Andreasen á vøllin.
KÍ stýrdi tí mesta í fyrra hálvleiki, men Skála liðið hevði sum oftast gott tamarhald á í verjustøðu og lítil ivi er um, at Skála er eitt gott boð uppá ein uppflytara. M.a. sóu vit eisini fyrrverandi landsliðsleikaran Paula G. Hansen á miðvøllinum í seinna hálvleiki. KÍ fekk eitt mál og tað kom uppá brotsspark í fyrra hálvleiki, sum Jóannes Bjartalíð setti trygt í netið. Í seinna hálvleiki bleiv spælið meira rótut, tá KÍ eisini skifti nógv út. Tveir leikarar sóu eisini reytt kort fyri ógvusligar taklingar. Hjá KÍ var tað Ivan Joensen og hjá Skála Ólavur Mikkelsen.




