Hann misti U21 landsdystin móti Russlandi, men er nú heilt frískur av skaðanum, ið hann fekk í steypafinaluni.
Jóannes Bjartalíð er aftur heilt frískur eftir, at hann annars fekk ein skaða í steypafinaluni. Hann misti dystin móti Russlandi av hesum. Men hann vandi við fullari ferð í kvøld við U21 landsliðnum, sum fyrireikar seg til dyst í Aserbadjan týsdagin. Eisini Teit Jacobsen, sum fór út við skaða móti Russlandi, er blivin heilt klárur aftur. Bill M. Jacobsen sigur í stuttari viðmerking úr Aserbadjan, at hann væntar fleiri broytingar í liðuppstillingini. Hákun Edmundsson hevur leikbann, meðan Bethuel Hansen gav avboð.
Dysturin móti Aserbadjan týsdagin byrjar kl. 15.00 føroyska tíð.
Mynd: FSF




