“Fiskur hevur stert” verður mangan tikið til. Serstakliga verður hetta orðafellið nýtt táið orðaskiftið kemur inn á fiskiveiðu og fiskiveiðuútlit.
Men hinvegin, so mugu vit, sum liva av fiski ella fiskatilfeingi, beinleiðis ella óbeinleiðis, av og á gera okkum metingar um tað sum liggur fyri framman.
Hóast fiskivinnan seinastu árini ikki hevur havt tað so gott á øllum mótum, so eru nú glottar og eitt ávíst bjartskygni at hóma innan vinnuna.
Sum sæst í blaðnum ídag, so er alivinnan við at taka seg upp aftur av álvara. Roknast kann við, at tá tað fer at líða móti sumri aftur, so er aftur rættulig gongd á tøkuni í alivinnuni, og fyri kortum segði stjórin á Bakkafrost og Faroe Salmon, at kryvjivirkið aftur fór at koyra við fullari kraft til várs.
Eisini frætta vit, at alivinnan fer at leggja á annan bógv og fáa sær enn eitt bein at standa á, nevniliga við at fara undir aling av toski, eitt nú í Árnafirði.
Hvussu hetta fer at ganga verður sjálvsagt spennandi at fylgja við í, men fleiri ára royndir við aling av toski eru kendar aðrastaðni, so tá menn her nú eisini fara undir hesa vinnu, so standa teir neyvan á berum tá talan er um vitan innan toskaaling. At stórt potentiali eisini er í hesi vinnu, um so er at hon eydnast væl, er neyvan nakar ivi um.
Fyrr í vikuni høvdu vit samrøðu við skipara, ið greiddi okkum frá, at fiskaprísirnir eru góðir. Tað sum ikki hevur minsta týdningin í hesum sambandi er, at fiskivinnan uppi á landi í Føroyum sýnist at vera kappingarfør í prísi við fyritøkur í Europa annars, soleiðis at skilja, at føroysku fiskavirkini framvegis eru við tá boðið verður uppá fiskin fyri høga prísin.
Hóast fiskiskapurin hjá bátunum hevur verið lakari í ár enn onkuntíð, so hava høgu fiskaprísirnir gjørt, at tað fremvegis er hugaligt hjá skipunum, sum fiska tosk og hýsu.
Eisini tá talan er um upsan, sær út til at vit kunnu rokna við einum góðum vetri. Útlendsk bløð vita at siga, at roknað verður við munandi minni kapping frá Alaskan Polloc í vetur, orsakað av sera vánaligum fiskiskapi og tí kunnu vit rokna við, at prísurin á upsa, ið er góður í løtuni, fer at halda sær og kanska eisini fer at kvinkað uppeftir.
Tí kann sigast, at øll tekin eru í sól og mánað um, at vit kunnu rokna við einum góðum vetri innan fiskivinnuna á flestu økjum.
Hinvegin hava vit eitt stórt skip liggjandi í Ánunum, har útlitini kanska ikki eru av teim bestu í løtuni. Skipið varð lagt orsakað av fiskaloysi. Hetta skipið, ið einsamalt útvegar um 110 arbeiðispláss tá tað er til fiskiskap, er tengt at svartkjaftinum aleina, og júst í løtuni sær ikki so væl út fyri hesi veiðuni.
Men, sum sagt, “fiskur hevur stert” og tí kann alt broytast eftir stuttari tíð




