Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bjarti heldur at fólk hava handla ov skjótt

John William Joensen

Bjarti í Heygabúðini sigur at fólk hava veri heldur skjót at leggja inn undir seg, og at hetta kann skapa trupuleikar

Heygabúðin er í dag ein av bestu matvøruhandlunum í Klaksvík.
Serliga eru teir stóru køludiskarnir væl vitjaðir, men síðan verkfalli byrjaði er nógva sølan so smátt farin at ávirka goymsluna.
Bjarti sigur at síðani tað kom fram í sjónvarpinum at eplir og wc-papír fóru at mangla, hava fólk rættuliga lagt inn undir seg hav hesum.
”- Tað er rætt at eplini eru farin at ganga undan, men vit hava enn ikki trupuleikar við WC-papírinum, og tað hevði heldur ikki verið nakar trupuleiki um fólk høvdu keypt sum tey plaga.
– Eg skilji ikki at fólk hava keypt stórar mongdir av eplum, tí eitt vanligt húsarhald kann fáa trupuleikar av at goma eplini.
Hettar er ringasta tíð á árinum at liggja inni við eplum, tí tey fara at spíra rættuliga skjótt.”

Harleywoodpaint